Ein góður hagatúrur
hósdagur, 11. februar 2010
Ein vakran dag í síðstu viku vóru Døgg, Sproti og Eva ein túr á oynni. Fyrst og fremst var ætlanin at finna rossini, sum ikki høvdu veri at sæð í einar tvær vikur.
Vit vænta vitjan av børnum í vikuskiftinum, og tá er ofta stuttligt at hava rossini at húsum. Væl dámar flestu børnum at sleppa ein túr á rossabaki.
Rossini funnu vit ovast á oynni –Høgoyggj. Løgið at rossini oftast leita niðan og støðast so væl á oynni, júst í høgættini, tá serliga kalt er.
Ein frálíkan túr fingu vit trý hendan dagin
« Aftur