Hundahvølpar
mikudagur, 10. mars 2010
Í dag legði tíkin Leika hvølpar –heilar 9 í tali. Pápin at hvølpunum er Ben hjá Eyðstein Jensen. Leika er tann elsti, mest og best royndi hundurin, vit hava í Dímun.
Hetta er triðju ferð at hon leggur, og sjálvi hava vit ein hund frá hvørjari av fyrru løgunum. Nógv munnu vera samd við okkum, at hundahvølpar eru eitt tað ynnisligasta, ið finnast kann í djóraheiminum.
Helst koma hesir hvølpar at verða til gleði og gagns hjá onkrum.
« Aftur