Liðugt at stoypa

leygardagur, 30. august 2008


Í dag varð liðugt at stoypa. Vit høvdu sett okkum fyri at fáa betongarbeiðið liðugt áðrenn sláturin, -og so bleiv.

Nú verður bíðað eftir stálinum, ið er komið til landið. Tað verður flogið út, so skjótt sum viðrar.

Nú liðugt er at stoypa, verður helst farið at fletta tarvarnar, sum hava aldur til slátur. Í ár eru teir seks í tali. Tá vit fletta tarvarnar, eru teir 20-22 mánaðar til aldurs.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út