Seyðahundahvølpar

29. august 2008


29.08 legði seyðahundurin Leika átta vælskaptar hvølpar.

Hesar hvølparnar eru vit sera spent uppá. Bæði Leika og pápin, Nap, eru skrásettir seyðahundar, og eru framúr evnagóðir. Sjálvi ætla vit okkum ein av hesum átta.

Seyðahundarnir á Dímun, hava avgerandi týdning í rakstrinum. Sjálvdan eru vit fleiri enn 2-3 fólk til rakstur, so uttan góðar hundar hevði verið strævi.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út