Tilfar til vinnubygning og sólpanel

mánadagur, 5. mai 2008


Nú er tað fyrsta tilfarið til vinnubygningin komið. T.v.s. at vit fara at stoypa soylurnar til stálføturnar og planera tær komandi vikurnar.

Sum eisini sæst á myndini hava vit fingið sólpanelir, ið geva okkum heitt vatn til hita og kranar alt summarið. Tá sólpanelini ikki fáa orku, tekur hitapumpan yvir. Tískil nýta húsarhaldini á Dímun ikki olju longur.

Hervið grønari útoyggjar.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út