Starvsvenjing á Dímun

fríggjadagur, 2. mai 2008


Í løtuni hava vit á Dímun vitjan av Maritu og Hallu, ið eru í starvsvenjing. Tær ganga á Felagsskúlanum á Oyrabakka, og skulu verða her í tvær vikur.

Várraksturin er júst liðugur. Í dag hava vit rikið fjórða og seinasta fylgið og Marita og Halla hava sjálvsagt verið við í hesum arbeiði. At geva seyðinum heilivágin var, sum sæst, teimum eingin trupulleiki.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út