Útstappað veðrahøvd

leygardagur, 26. oktober 2013


Vit á Stóru Dímun hava havt nógvar spennandi vitjanir av Jens-Kjeld Jensen. Hann hevur oftast gongd á fleiri verkætlanum og nakrar av teimum nerta eisini við hesa oynna.

Herfyri var Jens kjeld á vitjan herúti. Hann greiddi frá, at hann var givin at stappað út seyðarhøvd og beyð sær til at leggja okkum lag á. Hetta hildu vit ljóða áhugavert og vit hava við hansara hjálp og tógvi stríð endurskapað nøkur veðrahøvd, soleiðis at tey síggja livandi út.

Her síggja vit eitt sindur, hvussu arbeitt verður.




Um onkur vil hava eitt veðrahøvd útstappað, er vert at vita, hvussu høvd og skinn skal hagreiðast.

1. Tak mynd av veðri, áðrenn hann verður slaktaður. Beint inn á høvdi og vangamynd.

Hetta er fyri at vit kunnu endurskapað so væl sum gjørligt. Høvdi broytist, tá tað verður fryst.

2. Fryst høvdi eftir tveimum tímun.

3. Tá skinni er kølnað, salta tað væl. Ikki balla kantar inn.

Ikki skera/snøgga skinni framman. Vaska blóð av, áðrenn salta verður


Og um tú kundi hugsa tær eitt tílíkt veðrahøvd, so kanst tú trýsta her


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út