Góður og spennandi túrur í Grønuskorð

hósdagur, 3. oktober 2013


So er raksturin og slaktið komið væl áleiðis úti í Dímun.

So er raksturin og slaktið komið væl áleiðis úti í Dímun.  Fyrsta gongan, av fýra, bleiv rikin og haggreidd 12.09. Fjórða og seinasta gongan bleiv flett  24. September.
 

Mikudagin 25.09 varð farið inn í Grønuskorð eftir veðrum. Veðrið var avbera gott, so avrátt varð at fáa teir út sum skjótast.

Fyrr í summar varnaðust vit, at nakað var lopið ovast úr berginum oman á gøtuna inn í Skorðina. Tí var spennandi at finna útav, um møguligt var at grava seg inn eftir gøtuni. Tað vísti seg, at verða møguligt at reinsa gøtuna við spaka.

20 seyðir vórðu sleptir inn í vár og 18 komu útaftur. Teir hilnaðust javnt væl.
 

Samanumtikið kann sigast, at lambatalið í ár er á heilt góðari leið. Hinvegin eru lombini nakað lættari í ár, samanborið við undanfarnu árini.
 

Vit meta, at góða veðrið í lembingini hevur gjørt, at lombini eru komin væl undan. Hinvegin hevur nógva vætan, vit hava havt í juli og august mánaði, havt við sær, at lombini ikki hava trivist eins væl og turru summrini.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út