Summartónar 2013 í Dímun

21. juli 2013


Sunudagin 07.06 vóru Summartónar í Dímun. Hetta er fyrsta konsertin hjá Summartónum herúti. Niðanfyri er, umframt myndir, ein styttri upptøka frá konsertini.

Eftir ætalan skuldi Norðlýsið gera ein túr til oynna við áhoyrarum. Veðurlíkindir vóru ikki til at Norðlýsið kundi sigla, men tónleikarnir komu tó til oynnað við tyrluni. Vit á oynni fingu eina ógloymandi konsert og sera hugnaligar dagar saman.

Umframt tónleikarar úr Føroyum, var eisini forkunnug vitjan úr Grønlandi. Hetta vóru 7 fólk úr Qaanaaq i Grønlandi. Tey framførdu trummudans og sang fyri okkum. Fyri fleiri av fólkunum var hetta fyrsta ferðin úr heimbygdini Qaanaaq. Stuttligt at hugsa sær, at tey tá vitja eitt  fjarskotið pláss sum Stóru Dímun.

Ferðin gjørdist heldur drúgvari enn ætlað. Summartónagestirnir skuldu eftir ætlan flúgva mánadagin av oynnið, men sluppu ikki fyrr enn týskvøldið til fastlandið við tyrluni.

Vit siga summartónum stóra tøkk fyri vitjanina.










« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út