Komin væl áleiðis við flettingini

týsdagur, 25. september 2012


Vit eru nú komin væl áleiðis við flettingini. Tá komandi vika fer at halla, vænta vit, at tað allarmesta er flett.

Tá hugsað verður um, hvussu drúgvur síðsti vetur var, og hvussu kalt summarið hevur verið, eru vit heilt væl nøgd við bæði lambatalið og vektina. Tað er hugtakandi at síggja, hvussu væl tilpassaður seyðurin er til føroyska óstøðuga veðrið.

Fólk spyrja nógv til okkara nýggja sláturvirki. Vit hava her lagt ein samandrátt út, ið sýnir rakstur og slátur av einum av fylgjunum.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út