Seyðaskinn


Vit hava í fleiri ár garvað seyðaskinn. Skinnini kunnu bæði keypast í handlum kring landið og beinleiðis frá okkum.


Sum útgangsstøði royna vit at gagnnýta tilfeingið, ið er á garðinum, sum best. Tí er tað sera hugaligt at vit nú kunnu garva øll skinnini av seyðinum vit fletta á oynni. Vetrarhálvuna, fer væl av okkara tíð til at garva seyðaskinn. At hava arbeiðið, sum ikki er treyta av veðrinum, hóskar okkum væl.
 

Umframt at vit garva skinn av okkara egna seyði, ber eisini til at senda skinn út at garva.


Handfaran av skinnum
Um vit skulu hava fyrstafloks skinn, er umráðandi at fara væl um. Ansa eftir hundabit, hvussu vit taka seyðin og øðrum líknandi. Her hugsa vit um, tá ið seyðurin verður handfarin á lívi. Hesar hendingar geva blóðmeltingar og ger at skinnið ikki verður bleytt. Hetta sæst týðuliga, tá skinnið er komið av og liggur og kølir.

Um tú ynskir eitt fyrstafloks garvað skinn, skal seyðurin ikki verða tikin í ullina á kroppinum.

Um ynskið er at hava hálsin mitt fyri á skinninum, er umráðandi at skera mitt niður fyri. Skjótt er at fáa eitt skinn, ið hevur hálsin til aðra síðuna.

Eisini er skjótt at fara skeivur, tá ið beinini verða sprett.

Umráðandi er eisini at snøgga skinnið eitt sindur. Um blóð er á skinninum, er gott at fáa so nógv av sum gjørligt. Best er at skera pung, hala, feitt og líknandi burtur.

Tá liðugt er at tumma, er umráðandi at skinnið verður kølt og liggur útbreitt á einum turrum stað. Soleiðis skal skinnið liggja umleið hálvan tíma.

Umráðandi er at skinnið liggur á einum sløttum stað og hevur plastikk undir.

Síðani verður umleið fýra kilo av salti spreitt á skinnið.

Best er um skinnið kann liggja útbreitt, kalt og ikki ballað saman. Tí at saltið kann renna burtur har, sum skinnið kemur saman og so kemur skjótt rot í.

Soleiðis skal skinnið liggja fýra dagar og kallast hetta blóðsalting. Eftir fjórða dag rystir tú saltið av og spreiðir fýra kilo av nýggjum salti á.

Soleiðis kann skinnið liggja trygt eina tíð.

Eru nakrir spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.


Aftur

Einans

Kr. 950,-

Bílegg vøru:

Ring á +298 371260
ella skriva til

dimun@post.olivant.fo
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Pinterest
Send sum teldupost
Ella printa út